Uttanríkisráðharrin spurdur um avtalu við Russland

Uttanríkisráðharrin spurdur um avtalu við Russland
Fólkatingsmaður spyr uttanríkisráðharran um møguliga fríhandilsavtalu millum Føroyar og Russland. Ráðharrin hevur ikki svarað enn
Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, her saman við Poul Michelsen, hevur fingið tríggjar spurningar um møguliga fríhandilsavtalu millum Føroyar og Russland.
 
15.06.2018 - 07:02

Áhugi er nú í fólkatinginum fyri eini møguligara fríhandilsavtalu millum Føroyar og Russland.

Uttanríkisnevndin hjá fólkatinginum spyr fyri Nick Hækkerup, fólkatingsmann hjá sosialdemokratunum, hvat danska stjórnin veit um hesa møguligu avtaluna.

Fólkatingsmaðurin hevur tríggjar spurningar til Anders Samuelsen, uttanríkisráðharra, sum ikki hevur svarað enn.

Hann spyr, hvat stjórnin heldur um tílíka møguliga avtalu, og hvussu hon samsvarar við altjóða handilstiltøkini móti Russlandi, sum ES og Danmark taka undir við. 

Føroyar eru ikki við í handilstiltøkunum móti Russlandi og útflyta nógv til Russlands. 

Roynt í nógv ár

Føroyar hava í nógv ár roynt at fingið fríhandilsavtalu við Russland, men tað hevur ikki borið til enn.

Men í mai tóku Føroyar eitt stig afturat í royndini at fáa fríhandilssáttmála við Russland og við Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan.

Raðharraráðið í búskaparsamgonguni hjá teimum fimm londunum, EABS, samtykti einmælt at gera avtalu við Føroyar.

Í avtaluni við Føroyar stendur, at partarnir eru samdir um miðvíst at arbeiða saman og styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum londini.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, segði tá, at avtalan er eitt gjøgnumbrot.

- Hon er týðandi stig á leiðini at fáa handilsviðurskiftini millum Føroyar og londini í EABS í fasta legu, og fer væntandi at slóða fyri, at fríhandilssáttmáli millum Føroyar, Russland, Kasakstan, Hvítarussland og Kirgistan gerst veruleiki, segði hann.

Hendan avtalan, sum skal undirskrivast seinni í summar, hevur vakt ans í Danmark. Hon er nú endað á borðinum hjá uttanríkisráðharranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964