Steno-miðstøðin nógv dýrari enn ætlað - verkætlanin verður endurskoðað

Steno-miðstøðin nógv dýrari enn ætlað - verkætlanin verður endurskoðað
Neyðugt verður at biðja tingið um 30 milliónir kr. til miðstøðina, sum nú verður mett at kosta millum 87 og 95 millónir krónur
Ætlanin er at byggja Steno-miðstøðina oman á C-bygningin á Landssjúkrahúsinum.
 
11.09.2026 - 12:51

Steno-miðstøðin á Landssjúkrahúsinum verður munandi dýrari enn ætlað, og tí má landsstýriskvinnan biðja løgtingið um einar 30 milliónir krónur til miðstøðina, sum nú verður mett at kosta millum 87 og 95 millónir krónur. 

Upprunaliga skuldi Steno-miðstøðin kosta 63 milliónir krónur við øllum, sum Novo Nordisk grunnurin skuldi rinda. Í tí prísinum vóru eisini óvæntaðar útreiðslur og sonevnd prísindeksering.

Ætlanin er at byggja Steno-miðstøðina oman á C-bygningin á Landssjúkrahúsinum. 

 


Eyðdis Hartmann Niclasen. 

 

Tvey tilboð

Tá arbeiðið varð boðið út, komu tvey tilboð.

Tað bíligara var upp á 67 milliónir krónur - men tá vóru hvørki óvæntaðar útreiðslur ella prísindeksering tiknar við. Og so gjørdist alt nógv dýrari.

Og stýribólkurin ásannar, at ein stór feilmeting var gjørd í upprunaligu metingin, og at nógv fleiri pengar mugu til, sum almennu Føroyar mugu rinda.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, sigur, at verkætlanin verður endurskoðað:

 

11092026_Steno-midstod



Steno-miðstøð hevur verið í Nuuk í Grønlandi í nøkur ár. (Mynd: Sigrún H. Brend)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040