Angela Merkel er viknað

Angela Merkel er viknað
Angela Merkel er nógv viknað, nú flokkur hennara CDU noyddist at gera neyðsemju við hin stjórnarflokkin CSU um landsins flóttafólkapolitikk
 
19.06.2018 - 09:26

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel er nógv viknað, nú flokkur hennara CDU í gjár noyddist at gera neyðsemju við hin stjórnarflokkin CSU um landsins flóttafólkapolitikk.

Tað heldur Michael Reiter, sum er korrespondentur í Týsklandi fyri Danmarks Radio.

- Valdsmissurin er sera stórur, tí Angela Merkel letur landsins asylpolitikk upp í hendurnar á CSU, og hon er hoykna í sínum týdningarmestu politisku spurningum, sigur hann.

Neyðsemjan millum CDU og CSU útsetir stríðið, sum hevur verið um friðskjólarætlanina, sum Horst Seehofer frá CSU hevur lagt fram, í tvær vikur.

Angela Merkel fær altso tvær vikur at finna felags ES-loysn á flóttapolitikkinum, og gongur tað ikki, so hevur samveldiskanslarin játtað at boyggja seg fyri politikkinum hjá CSU: at asylsøkjarar, sum longu eru skrásettir í einum øðrum ES-landi, skulu vísast burtur við týska landamarkið.

- Merkel er kend fyri sítt prinsipp um, at landamørkini í ES mest møguligt skulu vera verðandi opin. Nú stendur hon í tí støðuni, at finnur hon ikki eina loysn heilt skjótt, ja, so má hon stongja landamarkið, tí Innanríkisráðið sigur tað, sigur Michael Reiter.

Samstarv hevur verið millum CDU og CSU í 70 ár, men stríðið um asylætlanina setir samstarvið og sjálvt stjórnarsamstarvið í Týsklandi í váða, har SPD eisini er partur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190