- Tunnilshaldið var eitt politiskt stunt

- Tunnilshaldið var eitt politiskt stunt
Tað heldur borgarstjórin á Sandi, sum ikki sjálvur var við til hátíðarhaldið, nú fyrsta skotið var latið av.
 
21.06.2018 - 18:49

- Hetta er eitt politiskt stunt, heldur enn ein verulig byrjan upp á Sandoyartunnilin. 

Tað sigur Brandur Sandoy, sum hevur verið borgarstjóri á Sandi í níggju ár.

Brandur Sandoy var ikki við til hátíðarhaldið í dag, nú fyrsta skotið varð latið av.

- Kommunurnar hava ongan leiklut í hesum tiltakinum. Kommunurnar eru ikki so frægt sum bodnar við, sigur Brandur Sandoy.

Borgarstjórin á Sandi vísir á, at tá fyrsta skotið varð latið av í samband við Eysturoyartunnilin, fingu kommunurnar innbjóðing til hátíðarhaldið, bæði á Strondum og á Hvítanesi.

Men hesaferð varð øðrvísi.

- Hetta er rein sjálvprofilering, sigur Brandur Sandoy.

Borgarstjórin á Sandi sigur seg hava boðað tunnilsfelagnum frá, hvat hann heldur um framferðarháttin. Hann sigur seg tó onga grundgeving hava fingið frá tunnilsfelagnum um, hví hesin leistur er valdur.

- Mítt uppskot var, at kommunurnar í oynni høvdu ein leiklut, tá fyrsta skotið fyri Sandoyartunlinum varð latið av. Til dømis við at kommunurnar í felag skipaðu fyri einum tunnilsdegi í oynni. Men í staðin endaði hetta sum eitt politiskt stunt. Sum sjálvprofilering, sigur Brandur Sandoy.

Spurdur, hvør eftir hansara tykki átti at havt latið fyrsta skotið av, svarar Brandur Sandoy soleiðis:

- Var ætlanin at hava eitt savnandi tiltak, so var at halda politikararnar uttanfyri. Tað kundi tildømis verið eitt hugskot at latið elsta fólk í Sandoynni skotið fyrsta skotið fyri tunlinum, sigur borgarstjórin á Sandi.

Brandur Sandoy vil ikki at gera eina bandaða samrøðu við Kringvarpið í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155