Kreppufundur í Bruxelles

Kreppufundur í Bruxelles
ES-leiðarar høvdu í gjár kreppufund um flóttar, og eftir fundin eru leiðararnir samdir um, at nógv gott kom burturúr fundinum, sum byggjast kann á.
 
25.06.2018 - 09:15

- Tað vóru bara fáir spurningar, sum semja ikki var um, segði týski samveldiskanslarin, Angela Merkel eftir fundin.

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, lat eisini væl at fundinum. Hann helt, at talan var um eitt gott orðaskifti. Ikki minst var semja um, hvat ES skal gera við støðuna.

Eisini spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, var væl nøgdur við fundin.

Angela Merkel sigur, at flóttafólkini og tey, sum ynskja at flyta til Evropa, er ein felags avbjóðing fyri øll londini.

- Tað kann ikki vera rætt, at tað einans eru londini, sum liggja í útriðini, sum hava allar avbjóðingarnar, meðan hini londini bara taka ábyrgd av teimum, sum fara inn í Evropa, segði hon.

Hon segði seg vera samda við Italia, sum nú krevur, at hini londini í ES taka ábyrgd av flóttafólkum, sum verða bjargað í Miðalhavinum. Vit kunnu ikki framhaldandi lata tey londini standa við ábyrgdini, segði Merkel. Tí er neyðugt at londini í felag taka ábyrgd.

16 av teimum 29 limalondunum í ES vóru við á fundinum, og hósdagin verður ein nýggjur fundur, har øll ES londini vera við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650