Limalond í OPEC leingja oljuavtalu

Limalond í OPEC leingja oljuavtalu
Londini í OPEC hava sett sær fyri at leingja avtaluna um sølu av olju í eitt ár afturat.
 
25.06.2018 - 09:07

Tað sigur russiski oljumálaráðharrin, Alexander Novak, hóast londini hava samstykt at vaksa um søluna. Russland mælti á fundi í OPEC til at vaksa um søluna við 1,5 milliónum tunnum um dagin, men londini samdust um at økja søluna við einari millión tunnum.

Avgerðin hevur havt við sær, at prísurin á olju er lækkaður, og ein tunna verður í morgun seld fyri góðar 74 dollarar.

Tað var á fundi fríggjadagin, at OPEC londini samdust um at økja um søluna, eftir at londini hava havt eina avtalu í tvey ár, fyri at oljuprísurin ikki skuldi lækka meir og helst hækka eitt sindur.

Russland er ikki við í OPEC, men er eitt av fleiri londum, sum hava tikið undir við avgerðini hjá OPEC um at minka søluna.

Russland er eitt av heimsins størstu oljulondum og hevur tí størri ávirkan enn nógv av limalondunum í OPEC.

Avtalan um at minka um oljusøluna varð gjørd í 2016, tá oljuprísurin var 47 dollarar fyri tunnuna. Síðani er prísurin hækkaður og er nú 74 dollarar. Londini í OPEC ynskja at selja meir, so prísurin ikki fer at hækka nógv meir.

Eftir avtaluni, sum varð endaliga undirskrivað leygardagin, skal Russland selja 200.000 tunnur av olju afturat um dagin, sigur russiski oljumálaráðharrin.

Londini, sum hava gjørt avtluna, eru eisini samd um, at um eitthvørt óvanligt hendir, so skulu tey tosa saman aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776