Rokaligt í býnum

Rokaligt í býnum
Ósemjur, ófriður og bardagi hevur verið nakað av tí, sum løgreglan í Havn hevur fingist við í nátt.
 
01.07.2018 - 10:00

Stóra tónleikatiltakið Voxbotn var í gjár, og nógv fólk var í býnum í Havn.

Og tað merkti arbeiðið hjá løgregluni.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at sum heild gekk alt væl og fólk vóru sera hampulig, men løgreglan varð tó boðsend fleiri ferðir til ósemjur, ófrið og til ein bardaga. Eisini hevur verið neyðugt hjá løgregluni at hjálpa fullum og avdottnum fólkum.

Ein persónur var illur í sær og rópti, sleyg og sparkaði rundan um seg, og tí valdi løgreglan at klippa Voxbotn-armbandið hjá viðkomandi. 

Løgreglan hevur í fleiri umførum í nátt steðga ófriði, har fólk eru blivin ósamd um eitthvørt og farin til hendurs. Tá hevur talan verið um fólk, ið vóru stadd uttanfyri Voxbotn-økið.

Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn eru tveir menn skuldsettir fyri ófrið eftir politiviðtøkunum, tí teir fóru til hendurs. Hetta var í vesturbýnum í Havn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221