Kavarar eru farnir inn í hellið

Kavarar eru farnir inn í hellið
18 kavarar vórðu í morgun sendir inn í hellið, har 12 teilendskir dreingirnir saman við fótbótlsvenjara teirra, hava sitið fastir síðan 23. juni
 
08.07.2018 - 10:39

Teilendsku mynduleikanir er farnir undir eina roynd at bjarga teimum 12 dreingunum og venjara teirra, sum hava sitið fastir í einum helli í Teilandi síðani 23 juni. Tað skrivar Danmarks Radio. 

Teilendska fótbóltsliðið var á útferð og leitaði sær skjól, men hava síðan sitið fastir í hellinum. Dreingirnir eru millum 11 og 16 ár. Venjarin er 25 ár.

Mánadagin komu bretskir kavarar fram á liðið, men tað hevur ikki eydnast at bjarga teimum enn. 18 kavarar vórðu í morgun sendir inn í hellið í eini roynd at bjarga dreingjunum og venjara teirra.

Ein talsmaður fyri bjargingarmynduleikarnar sigur, at avbjóðingin nú er vatnið og tíðin. 

Bjargingararbeiðið fer væntandi at taka fleiri dagar. Royndir hava verið gjørdar at borða eitt hol niður í hellið, men tann ætlanin er slept og dreinginir mugu kava út. 

Tey mongu tíðindafólkini og onnur, sum seinastu dagarnar hava hildið til í økinum, eru biðjin um at halda seg burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730