Nýggj kunngerð um ferðafólkaskip ávegis

Nýggj kunngerð um ferðafólkaskip ávegis
Ferðafólkaskip fáa m.a. forboð fyri at sjóseta smærri bátar við ferðafólkum, uttan at hesir fara í ISPS góðkenda havn, sum havnarmyndugleikar ávísa
 
12.07.2018 - 14:35

Ferðafólkaskip fáa í heyst forboð fyri at sjóseta smærri bátar við ferðafólkum, uttan at hesir fara í ISPS góðkenda havn, sum havnarmyndugleikarnir ávísa.

Sambært uppskoti um kunngerð, sum Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar, verður bannað at sigla í innara føroyska sjóøkinum við smærri bátum, sum ikki hava til endamáls at flyta ferðafólk inn ella úr eini ISPS-góðkendari havn. 

Kunngerðin byggir á lógina um trygd á sjónum. Og ta lógina umsitur Sjóvinnustýrið.

Kenna ikki føroysku viðurskiftini

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at stýrið hevur biðið um slíka heimild, sum hendan kunngerðin fer at geva, tá hugsað verður um trygd á sjónum.

Tí tað er ikki óvanligt, at útlendsk skip senda ferðafólk í land í Føroyum í bátum ella sigla fram við landi. Tey, sum stýra hesum bátum, kenna ikki viðurskiftini í Føroyum, tá hugsað verður um streym, veður og vind. Tey eru ikki staðkend.

Tí kann slíkur bátur við eini hundrað ferðafólkum koma heilt illa fyri. 

Binda um heilan fingur

Tað er ikki hent enn, men tað er fyri at binda um heilan fingur, at Sjóvinnustýrið vil hava heimild at steðga slíkari sigling.

Hans Johannes á Brúgv sigur, at Sjóvinnustýrið fær bæði myndir og munnligar frásagnir um bátar, sum ferðafólkaskip seta á sjógv at sigla ferðafólk inn til eitt nú Mykinesar.

Kunngerðin verður galdandi fyri ferðafólkaskip, sum eru 100 bruttotons til støddar ella meiri enn tað. 

Sleppa bara at sigla til ISPS-havnir

Sambært kunngerðini sleppa skip ikki at sigla ferðafólk uttan til ISPS havn í Føroyum.

Í ISPS góðkendari havn verður alt skrásett og kannað, sum fer inn og út úr havnini, bæði fólk og farmur. 

Havnarøkið er hegnað inni, og vakmyndatól verða nýtt, so øll ferðsla verður skrásett, bæði innskiping og avskiping.

14 havnir í Føroyum eru ISPS góðkendar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375