- Fundurin hevur styrkt NATO

- Fundurin hevur styrkt NATO
NATO-toppfundurin í Brússel er av, og Jens Stoltenberg, aðalskrivari, sigur, at fundurin hevur verið merktur av erligum og opnum orðaskifti.
 
13.07.2018 - 10:39

Ynskið hjá Donaldi Trump, forseta, um at øll NATO-lond skulu náa málinum um at brúka 2 % av síni bruttutjóðarúrtøku til verjuendamál hevur havt ávirkan. Tað sigur Jens Stoltenberg, sum er aðalskrivari hjá NATO, nú NATO-fundurin í Brússel er av. 

Stoltenberg leggur afturat, at NATO-fundurin í Brússel seinastu dagarnar, hevur verið merktur av opnum og erligum orðaskifti, sum hevur styrkt NATO. 

Amerikanski forsetin byrjaði annars fundin við hvøssum atfinningum móti teimum NATO-londunum, sum enn ikki hava rokkið málinum.

USA brúkar 3,6 % av BTÚ til verjuendamál, meðan Danmark bara brúkar 1,2% og Norra 1,6%.

Donald Trump var tó væl nøgdur, tá fundurin var av og segði millum annað, at NATO er nógv sterkari nú enn fyri bara tveimum døgum síðani. 

Men bæði Lars Løkke Rasmussen og eisini Emmanuel Macron siga seg ikki hava lovað nakað, og finnast annars at ynskinum hjá Donaldi Trump um, at NATO-lond skulu brúka munandi meira til verjuendamál. 

Lars Løkke Rasmussen sigur við TV 2, at hann er glaður um, at amerikanski forsetin er nøgdur við fundin, men at hann ikki heilt skilur hví, tí Danmark fer so ikki at røkka málinum áðrenn 2024, sum Donald Trump annars hevur ynskt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659