Trump stillar upp aftur til forsetaval

Trump stillar upp aftur til forsetaval
Amerikanski forsetin Donald Trump trívist somikið væl í forsetasessinum, at hann stillar uppaftur til forsetavalið í 2020
Trump stillar upp aftur
 
15.07.2018 - 10:33

Og sjálvur er forsetin eisini sannførdur um, at hann fer at vinna valið. -Tað er mín greiða ætlan. Líkt er til, at øll vilja hava meg at stilla uppaftur, sigur Donald Trump í eini samrøðu, sum varð gjørd umborð á forsetaflogfarinum Air Force One fríggjadagin.

Republikanski forsetin sigur í samrøðuni, at hann dugir ikki at síggja nakað valevni hjá demokratiska flokkinum, ið kann hótta seg í einum komandi forseta-valstríði.

Sambært amerikansku stýriskipanini kann ein forseti í mesta lagi sita tvær setur, tilsamans átta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860