Útoyggjafelagið finst at útlendskum húsakeyparum

bannari
Útoyggjafelagið finst at útlendskum húsakeyparum
Útoyggjafelagið vil hava lógir og reglugerðir um møguleikar hjá útlendingum at keypa hús í Føroyum.
Húsar á Kalsoy
Mynd: Savnsmynd  
 
24.07.2018 - 08:58

Vit mugu tryggja møguleikan hjá teimum lokalu og teirra eftirkomarum, at ogna sær bústað í bygdini, tey eru úr. 

Tað heldur Útoyggjafelagið, sum vil hava lógir og reglugerðir um møguleikar hjá útlendingum at keypa hús í Føroyum.

Í samband við kjakið, sum hevur stungið seg upp um møguleikan hjá útlendingum at keypa ognir í Føroyum, skrivar Útoyggjafelagið, at treytir eiga at verða settar teimum, sum eiga hús í Føroyum. Eitt nú heil ella partvís bústaðarskylda ella gjald til tey, sum eiga hús, um tey ikki vilja leiga út, sigur Útoyggjafelagið í almennum skrivi.

- Í 20 ár hava vit heitt á myndugleikarnar um at tryggja atgongd til bústaðir á útoyggj, soleiðis at næsta ættarlið og onnur hava møguleikan at seta búgv har, um tey vilja tað. 

Fyrst og fremst er brúk fyri leiguíbúðum, so tað ikki er neyðugt at keypa ella byggja í fyrsta umfari.

Krøvini hjá bankunum til eginpening og trygd til íløgur á útoyggj eru so stór, at útoyggjafólk og ungfólk sjáldan klára at liva upp til hetta. 

Hesar umstøður stuðla ikki undir fjølbroyttari búseting og eru ikki við til at menna útjaðaran í Føroyum, skrivar Útoyggjafelagið. 

Felagið óttast, at vaksandi eftirspurningurin frá útlendingum eftir húsum á útoyggj og í útjaðaranum fer at trýsta prísin uppeftir, og á tann hátt skumpa tey við tilknýti til bygdina longur burtur í røðini til ein bústað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221