Góðkend ættleiðingarforeldur minka í tali

Góðkend ættleiðingarforeldur minka í tali
Talið av fólkum, ið verða góðkend sum ættleiðingarforeldur, hevur verið í minking síðani 2010.
 
25.07.2018 - 08:24

Í 2010 vórðu 10 góðkenningar av ættleiðingarforeldrum, men síðani tá er talið minkað.

 í 2016 var ein góðkenning, og í fjør var ongin góðkenning.

Eitt barn varð ættleitt til Føroya úr útlandinum í fjør, og tríggjar ættleiðingar vóru av fosturbørnum, sæst í ársfrágreiðingini hjá ríkisumboðnum.

Í ársfrágreiðingini sæst eisini, at 57 hjúnskilnaðir vóru í Føroyum í fjør gjøgnum Ríkisumboðið.  

Í 46 av førunum vóru hjúnini separerað, áðrenn tey vórðu skild. Í sjey førum var talan um ótrúskap, og í tveimum førum høvdu hjúnini ikki búð saman í tvey ár, sæst í ársfrágreiðingini hjá ríkisumboðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424