Hóast avhoyringar veit løgreglan einki um bilin

Hóast avhoyringar veit løgreglan einki um bilin
Bilurin, sum fór á sjógv, er framvegis ein gáta
Leitað varð allan seinnapartin mikudagin eftir fólki bæði á sjógvi og landi.
 
27.07.2018 - 11:59

Hóast løgreglan hevur avhoyrt nøkur fólk, veit hon ikki, hví ein persónbilur fór á sjógv av gamla leirvíksvegnum.

Løgreglan vil framvegis frætta frá fólki, sum kanska vita okkurt um bilin, sum er ein bláur og hvítur Morris Cooper.

Fólk kunnu ringja 114, sum er nummarið hjá løgregluni.

Tað var stutt fyri middagssleitið mikudagin, at løgreglan fekk boð frá fjallfólki í Leirvík um, at ein bilur var farin útav á gamla leirvíksvegnum og lá á sjónum. Bilurin lá á fimm metra dýpi, fimm metrar úr landi.

Løgreglan staðfesti skjótt, at einki fólk var í bilinum ella undir honum.

Løgreglan sigur, at eingin er saknaður heldur, heldur ikki útlendsk ferðafólk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949