U20 í hálvfinaluni

U20 í hálvfinaluni
Tað eydnaðist føroyska U20 manslandsliðnum í hondbólti at spæla seg til hálvfinaluna í B-EM-undankappingini í gjár
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
27.07.2018 - 08:26

Tað eydnaðist føroyska U20 manslandsliðnum í hondbólti at spæla seg til hálvfinaluna í B-EM-undankappingini í gjár, tá teir vunnu sannførandi 29-22 á Hvítarusslandi.

Nú er eisini greitt, at Føroyar skulu spæla ímóti heimaliðnum Makedonia í hálvfinaluni, sum verður spæld leygardagin. 

Makedonia vann bólk B í undankappingini, so talan er um eitt gott lið, men Hjalmar Klein Olsen, hjálparvenjari hjá U20 landsliðnum, segði við útvarpið í gjár, at Makedonia var tað liðið, ið teir helst vildi møta í eini hálvfinalu.

Hvítarussland og Sveits spæla í hinari hálvfinaluni.

Í dystinum í gjár móti Hvítarusslandi var tað serliga Vilhelm Poulsen, ið skaraði framúr við sínum 10 málum.

Høgni Zachariassen fekk seks mál og Brandur Halgirsson fekk fýra mál. 

Niklas Hanusarson og Tróndur Wardum fingu hvør síni trý og Hallur Arason, Leivur Mortensen og Djóni Petersen fingu allir hvør sítt mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334