Meiriluti fyri rættinum at ganga frítt í haganum

Meiriluti fyri rættinum at ganga frítt í haganum
Fólk eru spurd um hvørsmansrættin at ganga frítt í haganum. Meiriluti er fyri tí í øllum flokkum
Úr Hvannhaga í Suðuroynni.
 
30.07.2018 - 11:10

Meira enn annað hvørt fólk, sum varð spurt í kanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið í síðstu viku, heldur, at tað skal vera ein hvørsmansrættur at ganga frítt í haganum í Føroyum.

57,7 prosent halda tað.

Serliga tey millum 30 og 44 ár halda, at fólk eiga at kunna ganga frítt í haganum. Har er prosentið góð 63.

Síðani koma tey 18 til 29 ára gomlu við 56 prosentum.

Tey elstu, tey, sum eru 60 ár ella eldri, eru ikki so nógv, men kortini oman fyri 50 prosent, knappliga 55 prosent.

Flokkar og hvørsmansrættur

Fólk vórðu eisini spurd, hvønn flokk, tey velja, og hvat tey halda um hvørsmansrættin at gangan frítt í haganum.

Øll, sum siga seg velja Miðflokkin, halda, at tað skal vera frítt at ganga í haganum.

Framsókn er niðast, har eru prosentini 36.

Tey, sum siga seg velja Sjálvstýri, eru eisini fyri hvørsmansrættinum, tey flestu, ið hvussu so er. Har er prosentið oman fyri 70.

Síðani koma Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Tjóðveldi og Fólkaflokkurin. Meira enn helvtin av teimum spurdu vóru fyri hvørsmansrættinum.

532 fólk vórðu spurd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244