Kirkjugarðurin Úti í Grøv verður víðkaður

Kirkjugarðurin Úti í Grøv verður víðkaður
Kirkjugarðurin Úti í Grøv í Klaksvík verður í hesum døgum útbygdur, og sum býurin veksur, er hetta eitt neyðugt stig at taka, sigur kirkjugarðsleiðarin
29.09.2026 - 19:36

Kirkjugarðurin Úti í Grøv í Klaksvík er merktur av plásstroti, og tí verður hann nú víðkaður.

Á leið 250 pláss verða tøk næstu árini. Og tað er neyðugt, um Klaksvíkin skal halda fram við at vaksa, sigur Jakobina Joensen, kirkjugarðsleiðari.

Í fyrstu syftu verður bygt út suðureftir, og um nøkur ár fer mann at halda fram við at byggja út oman fyri kirkjugarðin eisini.

 

Tilfarið er avgerandi

Men eitt er vist: Neyðugt verður tá at leggja upp fyri tilfarinum.

Tí í 2018 bleiv kirkjugarðurin Úti í Grøv útbygdur síðst, og tá gekk alt ikki eftir ætlan.

Tilfarið bleiv blandað við norskum sandi, og hesin vísti seg ikki at binda nóg væl, og tí leyp svørðurin. 

Hóast tað enn er ógreitt, júst hvat tilfar skal brúkast hesa ferð, so er eingin ivi um, at hetta verður gjørt øðrvísi í hesum umfarinum.

 

Stórt arbeiði og meiri viðlíkahald

Tað tekur ár at gera nýggju gravirnar lidnar, mold skal leggjast í komandi árið, sum so skal seta seg. 

Men tá arbeiðið um nøkur ár er liðugt, verður kirkjugarðurin víðkaður. Og ein størri kirkjugarður merkir eisini meira viðlíkahald.

Og tað hevur ikki altíð víst seg at vera lætt at halda núverandi kirkjugarð Úti í Grøv. 

Sambært Jakobinu Joensen hevur toymið verið illa mannað, og tí hevur tað verið torført at komið á mál við øllum viðlíkahaldi.

Men nú kirkjugarðurin verður útbygdur, vónar Jakobina Joensen, at pengarnir eisini fylgja við til at halda kirkjugarðin frameftir.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129