- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjallabjargarar lokið prógv í fyrstuhjálp í óbygdum øki
Fjallabjargarar lokið prógv í fyrstuhjálp í óbygdum øki
Útbúgvingin leggur dent á fyrstuhjálp í fjarskotnum og krevjandi umhvørvi

Útbúgvingin er ætlað fólki, sum arbeiða í støðum, har long tíð kann ganga, til sjúklingurin fæst á sjúkrahús ella til aðra framkomna læknaliga viðgerð.
Mynd: Heini Hansen
29.09.2026 - 13:02
13 sjálvboðin í Fjallabjargarafelagnum hava lokið útbúgving innan fyrstuhjálp í óbygdum øki.
Talan er um Wilderness First Responder-útbúgvingina hjá Wilderness Medical Associates International. Íslendingar stóðu fyri undirvísingini, men undirvíst var í Føroyum. Frálæran tók 10 dagar.
Útbúgvingin leggur dent á fyrstuhjálp í fjarskotnum og krevjandi umhvørvi. Hon er ætlað fólki, sum arbeiða í støðum, har long tíð kann ganga, til sjúklingurin fæst á sjúkrahús ella til aðra framkomna læknaliga viðgerð.
Hetta er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum hjá Føroya Fjallabjargarafelag at menna fakliga støðið í bjargingararbeiðnum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























