Kvinna tikin fyri at ganga við niqab í Danmark

Kvinna tikin fyri at ganga við niqab í Danmark
Lógin, sum forbjóðar niqab og burka, var bert tveir dagar gomul, tá hon varð tikin í nýtslu.
 
04.08.2018 - 10:14

Seinnapartin í gjár vóru tvær kvinnur í Danmark tiknar fyri at ganga við niqab. 

Tað eru bert tríggir dagar síðani, at lógin, sum forbjóðar niqab í almenna rúminum, kom í gildi. 

Lógin, sigur, at øll tey, ið bera niqab, burka ella falskt skegg í almenna rúminum í Danmark fáa 1.000 kr. í bót. Og nú eru tvær kvinnur so longu tiknar fyri at bera niqab. 

Danska løgreglan sigur sambært Politiken, at tey ikki ynskja nakran ruðuleika - tá vit síggja onkran við niqab ella burka biða vit viðkomandi lata seg úr turriklæðnum ella fara heim, sigur løgreglan við Politiken.

Nógvar atfinningar og mótmælisgongur hava verið í sambandi við nýggju lógina, sum kom í gildi mikudagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112