
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin visti, hvussu lønir skuldu gjaldast út, um fólk valdu loysing í '46

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Tað vóru sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin, ið báðir vóru ímóti loysing, sum í løgtinginum samtyktu at halda fólkaatkvøðuna um loysing 14. september í 1946.
Tað vóru eisini hesir flokkarnir, sum samtyktu, at føroysku veljararnir bert skuldu fáa høvi til at velja millum eitt danskt stjórnaruppskot innan ríkismarkið ella loysing frá Danmark.
Eingir aðrir møguleikar vóru – antin stjórnaruppskotið ella loysing.
Nógv óvissa valdaði um loyingina
Valdu fólk stjórnaruppskotið, so vistu tey, hvat teimum stóð í boði, tí stjórnaruppskotið varð prentað í bløðunum og saman við fólkaatkvøðuseðlunum.
Hinvegin visti veljarin ikki rættiliga, hvat honum stóð í boði, um hann valdi loysing.
Einki uppskot ella nøkur semja varð gjørd millum danir og føroyingar um, hvat skuldi henda, um meiriluti var fyri loysing.
Einki uppskot til eina føroyska grundlóg varð evnað til av politisku skipanini, og heldur eingin føroysk fíggjarlóg fyri 1947 varð snikkað til, í fall føroyingar skuldu valt loysing.
Í Føroyum visti eingin, hvussu lønir skuldu gjaldast út í september, um loysingin varð vald og sett í verk, tí Gjaldstovan var donsk – heldur ikki hevði nakar hugsað um tað.
Kelda: Snar.fo
Politiska skipanin tikið á bóli
Orðið loysing hevði einki positivt innihald. Tað varð bert skilmarkað negativt.
Løgtingið hevði samtykt tað sama í 1930, tá føroyingar skuldu velja millum verandi viðurskifti við Danmark ella loysing, hóast eingin flokkur ynskti annað enn sjálvstýri.
Løgtingssamtyktin frá 1930 varð tikin aftur, eingin tók undir við fólkaatkvøðuni.
Men tá fólkaatkvøðuúrslitið fyrilá 15. september 1946, og lítil meiriluti av teimum, sum vóru á vali, hevði valt loysing, var politiska skipanin í Danmark og í Føroyum tikin á bóli.
Úrslitið var óvæntað og ótilætlað av politiska meirilutanum, sum helst hevði ætlað og rokna við at vinna ein lættan sigur á politisku andstøðuni, men veljarin vildi tað øðrvísi.
Kelda: https://epaper.infomedia.dk/wxc/19460917
Brexit minti um fólkaatkvøðuna í 1946
Tá bretar 23. juni í 2016 atkvøddu um Brexit var ætlanin og støðan áleið tann sama.
Bretski forsætisráðharrin David Cameron, sum ikki ynskti, at Bretland skuldi taka seg úr ES, kom við uppskotinum um fólkaatkvøðu – sum føroysk samríkjafólk í 1930 og í 1946.
Og bretar skuldu bert velja millum “remain” ella “leave” – eitt negativt orð uttan innihald.
Eingin hevði hugsað um at samráðast við ES um ein sáttmála, sum bretskir veljarar síðan kundu taka støðu til, tí tað var ikki ætlanin, at meiriluti skuldi vera fyri “leave”.
Ruðuleikin var tí eins og í Føroyum í 1946 stórur, tá lítil meiriluti atkvøddi fyri “leave”.
Íslendingar vóru klárir upp á loysingina
Í Íslandi í 1918 varð øðrvísi, tá íslendingar á fólkaatkvøðu valdu fullveldi.
Íslendingar og danir høvdu frammanundan fólkaatkvøðuni í sáttmála bundi seg til nakrar treytir, samstørv og mannagongdir, um íslendingar valdu íslendskt fullveldi.
Fullveldið var í 1918 eitt positivt alternativ til verandi støðu hjá íslendsku veljarunum.
Tá meiriluti av íslendingum í 1918 valdi fullveldi, so var talan um eina skipaða tilgongd, sum báðir partar høvdu bundið seg til at virða og fremja úrslitið av sambært sáttmála. Fólkið átti avgerðina, politiska skipanin skuldi bert fyrireika hana og útinna fólksins vilja.
Illa fyriskipaðar atkvøður
Føroyska fólkaatkvøðan í 1946 og tann bretska í 2016 eru dømi um tvær illa fyriskipaðar atkvøður, sum politiskir meirilutar settu í verk av innlendis partapolitiskum grundum.
Veljarin fekk ikki nakað veruligt alternativ til verandi støðu at taka støðu til.
Hann fekk eina hóttan, loysing ella leave, men ætlanirnar miseydnaðust í báðum førum.
Skulu avgerandi fólkaatkvøður skapa virðing millum fólk flest, so má politiska skipanin seta veljaran – fólkið – í miðdepilin og geva honum verulig alternativ at velja ímillum.
Sendinevndin er komin til Keypmannahavnar at samráðast við donsku stjórnina eftir at kongur hevði ógildað fólkaatkvøðuna. Vinstrumegin frá: Andreas Møller, skrivstovustjóri í danska forsætisráðnum, Richard Long (D), Pól Petersen (A), Petur Mohr Dam (C), Niels Arup, ráðharraskrivari, Jóhan Poulsen (B), Jákup Fr. Øregaard (C), Kristian Djurhuus (B) og Hilbert, amtmaður. Thorstein Petersen (A) vantar á myndini.
Les eisini: Stjórnarskipanarmálið 1946, Snar.fo
Partapolitiskar dagsskráir
Hava politikarar mest egnar partapolitiskar dagsskráir, sum eru eyðsýndar fyri veljarar, fyri eyga, so er vandi fyri, at ósemja verður um úrslitið, og at óhepnar politiskar mytur vinna fótafesti í kjalarvørrinum á atkvøðum, sum ikki megna at skapa virðing millum fólk.
Tað hendi í Føroyum í 1946 og í Bretlandi í 2016, men ikki í Íslandi í 1918.
Kanska kunnu vit læra okkurt av søguni um vit aftur koma í eina líknandi støðu.
Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.
Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.