Býtt rossamakrelin um við tosk

Býtt rossamakrelin um við tosk
Føroyar hava býtt rossamakrelin í Suðarkyrrahavinum um við tosk á Flemish Cap.
 
10.08.2018 - 08:10

Avtala er gjørd við ES um, at Føroyar fáa 450 tons av toski á Flemish Cap í ár og 450 tons næsta ár.

ES fær so føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, sum í nógv ár ikki er fiskað. Talan er um kvotur í altjóða sjógvi. 

Býtið er fingið í lag, tí økisbundnu fiskiveiðifelagsskapirnir SPRFMO og NAFO loyva limalondunum at flyta kvotur sínámillum í einum fiskiári.

Umráðandi er at tryggja, at kvotan verður fiskað, og at tryggja at Føroyar fáa ágóða av kvotuni á annan hátt, um føroysk skip ikki fiska hana, sigur Fiskimálaráðið. 

Seinastu tvey árini hava Føroyar tí latið ES føroysku kvotuna fyri at tryggja, at hon verður brúkt.

Fiskimálaráðið ætlar, at tey 450 tonsini av toski í ár verða latin sum felagskvota til teirra, sum eftir gomlu lógini høvdu loyvi at fiska uppsjóvarfiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Kunngerð um hetta er send til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158