Vunnu næsta dystin sannførandi

Vunnu næsta dystin sannførandi
U18 landsliðið hjá monnum vunnu í morgun sannførandi móti Estlandi, tá teir spældu annan dystin í EM-kappingini í Georgia.
Mynd: EHF.com  
 
11.08.2018 - 09:55

U18 landsliðið hjá monnum vunnu í morgun sannførandi móti Estlandi. 

Føroyar luttaka í hesum døgum í EM-kapping, sum verður spæld í Georgia. Føroyingar spældu fyrsta dystin í gjár, tá teir tóku ímóti Luxemburg. Tann dystin tapti Føroyar. 

Í morgun gekk betri. Føroyar hevði gott tak á Estlendska liðnum, og Føroyar lógu á odda at kalla allan dystin. Tá farið varð til hálvleiks var støðan 10-6 til Føroyar. Føroyingarnir øktu um leiðsluna í seinna hálvleiki og vunnu dystin 31-21. 

Pauli Jacobsen, sum spælir við H71, var valdur til dagsins leikara.

Føroyar spæla aftur mánamorgunin klokkan 10, tá hitta teir Makedonia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329