Føroyar sleppa ikki við til OL

20.08.2018 - 09:02
AktueltSamfelag
Føroyar sleppa ikki við til OL
Olympiska nevndin, IOC, hevur ongar ætlanir um loyva Føroyum at luttaka á olympisku leikunum sum sjálvstøðug tjóð.
 

Tað sigur forsetin í IOC, Thomas Bach, við Ritzau, sum eisini hevur eitt prát við Jón Hestoy um føroyska arbeiðið at fáa sjálvstøðugan limaskap í IOC.

Sambært greinini stuðla bæði danska ítróttarsambandið og danska stjórnin føroyskari luttøku í OL sum sjálvstøðug tjóð, men kortini heldur altjóða olympiska nevndin seg til reglurnar um, at einans lond, sum eru viðurkend av altjóða samfelagnum sum sjávstøðug lond, kunnu luttaka í OL.

Hetta tykist heldur øvugt, tí Føroyar, hava verið við til at byrja paraolympisku leikarnir og luttaka har, sigur Jón Hestoy.

Hann ætlar at halda fram við arbeiðinum fyri, at føroyingar kunnu umboða Føroyar til OL. Tað er eydnast fyrr, tó tað tóktist ógjørligt, sigur hann og tekur føroyska limaskapin í FIFA sum dømi.

- Tað tók 10 ár og tóktist ikki kunna lata seg gera, til tað bráddliga kundi lata seg gera at gerast limur í altjóða fótbóltsambandinum, sigur hann.

Føroyar eru eisini limir í altjóða svimjisambandinum FINA og kunnu tí luttaka í EM og VM kappingum í hesum greinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. juni
Einbúgvin av Viðareiði (1:2)
133159
Mánadag 5. juni
Norðurljóð 5.juni 2023
157953
Mánadag 5. juni
Danismur í Málteiginum
157934
Mánadag 5. juni
Góðan morgun Føroyar 05.06.2023
157933
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917
Sunnudag 4. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 6:6
157715
Sunnudag 4. juni
Úr savninum: Summarsál 1:6
157905
Leygardag 3. juni
Video: 5mf kvinnur, Norðoyastevna
157898