Stórur áhugi fyri grundstykkjum í Sjóvar kommunu

Stórur áhugi fyri grundstykkjum í Sjóvar kommunu
Í morgin skipar kommunan fyri almennum fundi um útstykkingarnar á Fríðufløtu og við Hálsatjørn í samband við stóra áhugan fyri grundstykkjunum.
Talan er um 53 grundstykkir á Fríðufløtum og við Hálsatjørn.
Mynd: Sjóvar kommuna  
 
22.08.2018 - 12:15

Stórur áhugi er fyri at fáa grundstykki í Sjóvar kommunu.

Tí skipar kommunan í morgin fyri almennum fundi um útstykkingarnar á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, og hvørjar mannagongdir eru, tá fólk skulu velja sær eitt grundstykki.

Talan er um tilsamans 53 grundstykki. Eftir ætlan verður útstykkingin á Fríðufløtum liðug í ár, útstykkingin við Hálsatjørn norður - sum er suður til rundkoyringina - verður liðug næsta vár, og við Hálsatjørn suður verður útstykkingin eftir ætlan liðug fyri árslok næsta ár.

Í dag eru 39 fólk á listanum til grundstykki í Sjóvar kommunu.

Kunningarfundurin verður í annaðkvøld klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533