Útlendskar kvinnur skulu ikki gjalda fyri føðing

Útlendskar kvinnur skulu ikki gjalda fyri føðing
Sum er, skulu útlendskar kvinnur, sum eiga í Føroyum, gjalda fyri føðinga. Hetta skal broytast, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
 
22.08.2018 - 14:11

Ein rokning frá føroyska sjúkrahúsverkinum er tað fyrsta, summir nýføðingar fáa, hóast pápin er føroyingur.

- Tað snýr seg um tær kvinnur, sum ikki hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, segði Jenis av Rana løgtingsmaður og formaður í Miðflokkinum, í løgtinginum í gjár. Tær hava fingið at vita, at tá tær eiga, so fáa tær eina rokning. 

Rokningin er 22.000 krónur, visti Jenis av Rana at siga.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, váttaði, at útlendskar kvinnur eiga at gjalda, tá tær eiga á Føðideildini. Men hetta verður broytt, hóast tað ikki er bara sum at siga tað.

- Í sjúkrahúslógini er ein karantena, sum ásetir, at tú skalt hava búð í Føroyum í seks vikur fyri at hava full rættindi, segði Sirið Stenberg í svari til Jenis av Rana. 

Landsstýriskvinnan vil hava karantenuna avtikna, tá tað snýr seg um barnakonur. Fólk koma í trupulleikar av hesi karantenu, tí pappírini eru ikki komin í rætt lag, áðrenn konan skal eiga, segði Sirið Stenberg.

Sambært Sirið Stenberg er tað tó trupult at broyta hetta, tí partur av lóggávuni á heilsuøkinum er ikki yvirtikið, og tískil skal málið helst viðgerast á Fólkatingið. Landsstýriskvinnan segði, at arbeitt verður við málinum, so tað vónandi verður broytt.

- Vit hava allan áhuga í at fáa tað broytt, soleiðis at øll børn koma væl og virðiliga og ókeypis til verðina í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444