ST: Myanmar ákærast fyri fólkamorð

ST: Myanmar ákærast fyri fólkamorð
Hernaðarleiðarar í Myanmar eiga at verða kannaðir fyri fólkadráp og fyri brotsverk móti mannaættini, sigur ST í nýggjari frágreiðing.
Túsundtals Rohingya-fólk eru flýdd úr Myanmar. Nú sigur ST, at hernaðarleiðarar í Myanmar skulu verða kannaðir fyri fólkadráp.
Mynd: CNN.com  
 
27.08.2018 - 10:57

 ST sigur í nýggjari frágreiðing, at hernaðarleiðarar í Myanmar eiga at verða kannaðir fyri fólkadráp og brotsverk móti mannaættini. Tað skrivar BBC.

Fágreiðingin, sum er grundað á fleiri hundrað samrøður, er hvassasta fordømingin frá ST higartil um brotsverk móti Rohingya-fólkinum higartil.

Mett verður, at eini 700.000 Rohingya-fólk eru flýdd úr Myanmar, og at fleiri túsund eru dripin.

ST sigur, at herurin stútt og støðugt hevur brúkt alt ov ógvuslig átøk móti teimum, og seks leiðandi hernaðarfólk verða nevnd við navni. Hesi seks eiga at verða drigin fyri rættin, sigur ST.

Frágreiðingin finst eisini hvassliga at politiska leiðaranum í Myanmar, Aung San Suu Kyi, fyri ikki at hava lagt upp í og steðgað harðskapinum.

ST-frágreiðingin krevur, at málið um fólkadráp og brotsverk móti mannaættini í Myanmar verður lagt fyri Atljóða Brotsmannadómstólin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221