Drotningin fær árliga gjaldið hjá Heindriki prinsi

Drotningin fær árliga gjaldið hjá Heindriki prinsi
Fíggjarlógaruppskotið í Danmark varð lagt fram í gjár, og danska stjórnin vil geva Margretu drotning árliga gjaldið hjá Heindriki prinsi.
 
31.08.2018 - 08:19

Sambært danska fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram í gjár, ætlar danska stjórnin at geva Margretu drotning árliga gjaldið hjá Heindriki prinsi, sum doyði tann 13. februar í ár. 

84,6 milliónir eru settar av fíggjarlógaruppskotinum til drotningina komandi ár, og tað eru 9,8 milliónir krónur fleiri enn í fjør.

Heindrikkur prinsur fekk 8,5 milliónir í árligum gjaldi, men nú er hetta gjaldið strikað av fíggjarlógaruppskotinum. Drotningin fær sostatt lutað bæði árliga gjaldið hjá Heindriki prinsi, samstundis sum hon fær 1,3 milliónir afturat. 

Eisini krúnprinsaparið fær fleiri pengar næsta ár. Árliga gjaldið hjá Fríðriki krúnprinsi veksur við 300.00 krónur til 21,2 milliónir krónur.

Mary krúnprinsessa eigur 10 prosent av gjaldinum hjá krúnprinsinum, tað vil siga 2,1 milliónir krónur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871