Stór hernaðarvenjing í Russlandi

Stór hernaðarvenjing í Russlandi
Størsta russiska hernaðarvenjingin síðani kalda kríggið byrjar í dag.
Mynd: TASS  
 
11.09.2018 - 10:56

Umleið 300.000 russisk herfólk og 36.000 stríðsvognar og onnur hernaðarakfør taka lut í venjingini, sum skal verða í fimm dagar har eysturi í Russlandi.

Stóra venjingin hevur fingið navnið Vostok-2018, og endamálið er at kanna, hvussu venjingarstøðan er hjá russiska herinum, sigur Valerij Gerasimov, generalur við tíðindastovuna TASS.

Tað serliga við hesi hernaðarligu venjingini er eisini, at Kina er partur av henni við eini 3.200 herfólkum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028