Somu krøv til allar bilførarar

Somu krøv til allar bilførarar
Landsfelag pensjónista heldur ikki, at tað skulu vera sett størri krøv til eldri bilførarar í Føroyum, enn tað verður gjørt í grannalondunum.
 
15.09.2018 - 09:38

Tað sigur felagið, nú løgtingið skal viðgera uppskotið hjá Kára P. Højgaard, tingmanni, um, at gildistíðin fyri koyrikort skal vera fimm ár fyri fólk, ið eru 75 ár og eldri.

Í viðmerkingum til uppskotinum stendur: Gildistíðin fyri koyrikort hjá handhava, ið hevur fylt 75 ár ella meira verður broytt
soleiðis, at gildistíðin fyri koyrikortið verður 5 ár, uttan mun til aldur.

Landsfelag Pensjónista sigur, at tey taka undir við uppskotinum og fegnast um, at nevndu broytingar verða gjørdar soleiðis, at aldursmarkið við koyrikorti verður strikað.

Landsfelag Penjónista skilir ikki, hví tað skulu verða sett størri krøv til eldri bilførarar í Føroyum, enn tað verður gjørt í okkara grannalondum og mælir tí til, at lógin verður broytt.

Danir broyttu teirra lóg í fjør.

Við verðandi lóg í Føroyum kunnu fólk, sum fáa endurnýggjað koyrikortið, tá tey eru millum 70 og 73 hava tað, til tey eru 74 ár. Tá fólk eru vorðin 74 er koyrikortið galdandi í tvey ár, og tá fólk eru 80 er koyrikortið galdani í eitt ár.

Tá koyrikort verða endurnýggjaði skal læknaváttan vera við.

Løgtingið fer at viðgera uppskotið um koyrikort mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791