- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngerðin um koyrikort verður broytt
Kunngerðin um koyrikort verður broytt
Kunngerðin fyri koyrikort verður broytt, so tað verður lagaligari hjá eldri fólki, tá koyrikortið skal endurnýggjast.

19.09.2018 - 10:18
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, broytir nú kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, koyrikortkunngerðina, so at koyrikortið skal endurnýggjast, tá ið persónur verður 75 ár. Tað sigur Samferðslumálaráðið í tíðindaskrivi.
Endurnýggjanin av koyrikortinum skal gerast við læknaváttan og verður galdandi í 5 ár. Tá ið persónurin verður 80 ár, skal koyrikortið endurnýggjast við læknaváttan 2. hvørt ár.
Løgtingið skal annars í dag viðgera uppskotið frá Kára P. Højgaard, tingmanni úr Sjálvstýrinum, um júst tað sama.
Sum nú er, skal eitt koyrikort endurnýggjast, tá fólk verða 70 ár, og síðani skal tað aftur endurnýggjast, tá fólk verða 74 ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
RagnarRokk: Kjetil Nordhus um A Dark Poem, Part III: The Messiah Complex
212529
Nýggjastu sendingar í SV























