Patrik Johannesen til KÍ

Patrik Johannesen til KÍ
KÍ hevur í dag skrivað sáttmála við framherjan, Patrik Johannesen
 
18.10.2018 - 21:14

Tað verður Patrik Johannesen, sum skal avloysa Páll Klettskarð í KÍ-álopinum.

28 ára gamli, Páll Klettskarð, gevst í felagnum, tí hann fer av landinum í lestrarørindum.

Men KÍ hevur gjørt skjótt av, tí í kvøld hevur felagið boðað frá, at tvey ára sáttmáli er skrivaður við Patrik Johannesen.

Patrik Johannesen sigur við Norðlýsið, at fleiri føroysk feløg vóru eftir honum, men at hann valdi KÍ eftir at hava tosað við venjaran, Mikkjal Thomassen.

Hann væntar, at hann fer at hava sama leiklut sum Páll Klettskarð á liðnum, sambært samrøðu við Norðlýsið.

Patrik Johannesen er uppaldur í TB, men spældi fyri AB í 2016 og B36 í 2017.

Í 2016 skoraði Patrik Johannesen ellivu mál fyri AB í fremstu deildini, og í 2017 skoraði hann sekstan mál fyri B36.

Í ár skifti hann til norska felagið Florø, sum er í næstbestu norsku kappingini.

Ein skaði í liðbandinum gjørdi tó, at tað ikki gekk sum ætlað hjá Patriki í Noregi. Hann er tó komin fyri seg nú, og er klárur at umboða KÍ í kappingarárunum 2019 og 2020.

Firdaposten.no skrivar í dag, at Patrik Johannesen og Florø blivu samd um at uppsiga sáttmálan. Sostatt skal KÍ neyvan rinda Florø nakað fyri at fáa Patrik Johannesen í sín hóp.

Patrik Johannesen er skrásettur fyri tríggjar A-landsdystir. Í 2017 bleiv hann skiftur inn í HM-undankappingardystum móti Lettlandi (h) og Portugal (ú).

Síðsti dysturin hjá Patriki fyri Føroyar var venjingardystur ímóti Liktinstein í mars í ár. Tá byrjaði Patrik Johannesen inni, men varð útskiftur stutt eftir hálvleikin.

KÍ, sum endaði á øðrum plássi í 2016 og 2017, er í løtuni á fjórða plássi í Betrideildini. Tvey umfør eru eftir at spæla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650