Grótið úr Eysturtunlinum ikki brúkt til veg

Grótið úr Eysturtunlinum ikki brúkt til veg
Resta nógvar milliónir í at dagføra Selatraðarvegin
Selatraðarvegurin er frá 30unum.
 
29.11.2018 - 10:57

Grótið úr Eysturoyartunlinum verður ikki brúkt til Selatraðarvegin.

Men tá farið verður undir tunnilin millum Gøtudal og Skálafjørð, kann tað grótið brúkast til Selatraðarvegin. 

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Sambært svarinum verður berghol gjørt millum Gøtudal og Skálafjørð, men sagt verður ikki, nær tað verður gjørt.

Dagføring kostar

Sambært svarinum kostar tað 50 mió. kr. at breiðka og dagføra Selatraðarvegin til ein smalan tveysporaðan veg.

Landsverk vísir á, at um grót frá tunnilsgerð verður koyrt beinleiðis til Selatraðarvegin, kostar arbeiðið átta milliónir krónur minni.

Men so nógvir pengar eru ikki játtaðir til vegin. 

Frá 2005 til 2014 eru 5,6 mió. kr. brúktar til vegin. 

Hálvonnur mlllión

Í ár er játtað hálvonnur millión. 

Játtanin í ár verður brúkt til at asfaltera vegastrekkini, sum vórðu breiðkað fyri nøkrum árum síðani. Tey eru 600 metrar.

Eftir uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2019 verður ein mió kr. játtað til Selatraðarvegin. 

Ætlanin er næsta ár m.a. at breiðka og bøta um eitt strekki beint sunnan fyri grótbrotið. 

Vegurin av Strondum til Selatraðar, hann er tíggju kilometrar, er ein einbreytaður vegur, sum varð gjørdur í 1930árunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373