Helvtina færri arbeiðsleys í Suðuroynni

Helvtina færri arbeiðsleys í Suðuroynni
Arbeiðsloysið í Føroyum er nú komið niður í 1,3 prosent
Í dag eru 216 arbeiðsleys skrásett hjá ALS, 113 menn og 103 kvinnur.
 
29.11.2018 - 12:59

Arbeiðsloysið í Suðuroynni fór eina helvt niður frá september í fjør til september í ár.

Tað var 5,6 prosent í fjør og 2,8 prosent í ár, sigur Hagstovan.

Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, men størsta arbeiðsloysið er framvegis í Suðuroy.

Í øllum landinum er arbeiðsloysið nú komið niður í 1,3 prosent. 

Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymi og í Vága sýslu, har tað er millum 0,7 og 1,0 prosent.

Bara nakrar fáar

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá kvinnum í Vága sýslu, tað er bara hálvt prosent.

Minsta arbeiðsloysið, 0,9 prosent, er í yngsta aldursbólkinum, 16-24 ár, og hjá teimum 45-54 ár. 

Í aldursbólkinum 25-34 ár er meira enn dupult so nógvar kvinnur enn menn arbeiðsleysar.

Arbeiðsloysistølini eru bæði frá ALS og Almannaverkinum, haðani fólk fáa arbeiðsloysisstuðul eftir forsorgarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985