- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrmætir dropar
Dýrmætir dropar
Dýrasta whiskyfløska nakrantíð varð seld á uppboði í seinasta mánaði. Tað upplýsir uppboðssøluhús í Onglandi.
Mynd: CNN
02.12.2018 - 15:33
Uppboðssølan, Christie's, í London hevur selt eina gamla fløsku av whisky fyri 1,2 milliónir pund, sum er stívliga 10 milliónir krónur.
Í fløskuni, ið er av slagnum Macallan, er whisky frá 1926. Løgurin varð latin í fløskuna í 1986. Hesi 60 árini stóð brennivínið í gomlum sjerrikaggum á einum rúsdrekkavirki í landnyrðingspartinum av Skotlandi.
Etikettan á fløskuni er serstøk, millum annað tí Peter Blake var við til at sniðgeva hana. Peter Blake gjørdi húsan til plátuna hjá the Beatles "Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band."
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV