Landsinnsavningin gav Reyða Krossi Føroya 3,4 mió. kr.

Landsinnsavningin gav Reyða Krossi Føroya 3,4 mió. kr.
3,4 milliónir komu inn til Reyða Kross Føroya, tá skipað varð fyri landsinnsavning í sjónvarpinum í kvøld. Upphæddin er tó ikki tann endaliga
Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Jógvan Skeel Nolsøe vóru vertir fyri stóru landsinnsavningini
 
27.10.2024 - 21:45

Tað var ein eyðmjúkur og glaður Jóannes Eidesgaard, formaður í nevndini hjá Reyða Krossi Føroya, sum í kvøld tók móti 3,4 milliónum krónum frá føroyingum. 

"Tað er rættiliga rørandi at vita, at hugurin hjá føroyingum til at stuðla einum góðum endamáli er so stórur sum hann er," staðfestir Jóannes Eidesgaard, sum er fyrrverandi løgmaður Føroya, men nú er formaður í Reyða Krossi Føroya. 

Tekniskir trupulleikar gjørdu, at upphæddin frá fólki, sum hava ringt inn til Reyða Kross, meðan sendingin hevur verið, ikki eru taldir við í endaliga upphæddina, sum tí er nakað hægri enn tær 3,4 milliónir krónurnar, sum komu inn í kvøld. 

Í annaðkvøld verður greitt, hvussu nógv er komið umvegis telefonuppringingar.

Tað ber eisini enn til at stuðla Reyða Krossi Føroya á heimasíðuni hjá felagsskapinum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632