Uppskot um nettrygd kemur í løgtingið í vár

Uppskot um nettrygd kemur í løgtingið í vár
Uppskotið er til hoyringar til 27. januar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram nettrygdarætlanina. Nú er lógaruppskotið eisini gjørt.
 
24.12.2024 - 09:27

Nú hevur landsstýrið gjørt uppskot um nettrygdarlóg.

Og tað er sent til hoyringar. Freistin er 27. januar.

Uppskotið byggir á nettrygdarætlanina, sum landsstýrið kom við fyri einum góðum ári síðani.

Í henni eru átta strategisk mál og 20 átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2024-2026. 

Í uppskotinum um nettrygdarlóg er ein nettrygdardepil.

Hann skal samskipa nettrygdina í Føroyum og hava eftirlit við, at kjarnutænastur í Føroyum eru vardar.

Uppskotið byggir á tvær ES-fyriskipanir og danska lóggávu.

Uppskot um nettrygdarlóg verður ætlandi lagt fyri løgtingið í vár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025