Vón Feeder skrásett í Føroyum í gjár

Vón Feeder skrásett í Føroyum í gjár
Farmaskipið hjá Sandship í Fuglafirði er í føroysku altjóða skipaskránni
Vón Feeder er bláur, sum er liturin hjá Sandship.
 
24.12.2024 - 09:31

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum var skrásett í føroyska altjóða skipaskránni í gjár.

Tað er Vón Feeder, farmaskip hjá Sandship í Fuglafirði.

Skipið er bygt í Niðurlondum í 2001, og hevði navnið Hendrik S.

Skipið er 2.311 bruttotons.

Tað er slakar 80 metrar langt.

Fimta skipið

Hetta er fimta skipið hjá felagnum í Fuglafirði, sum var stovnað í 1949.

Tá var navnið partafelagið Sandgrevstur.

Í løtuni er Vón Feeder í Stettin í Póllandi. 

Vón er gamalt skipsnavn, sum hevur verið í felagnum fyrr.

Vón verður samstundis familjunavnið á skipum, sum felagið eftir ætlan kemur at ogna sær í framtíðini.

Feeder sipar til, at skipið eftir ætlan kemur at flyta fóður til flakarnar hjá alibrúkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053