Borgarstjórin fer at kæra um vantandi tilboð

Borgarstjórin fer at kæra um vantandi tilboð
Arbeiði hjá Tvøroyrar kommunu er ikki boðið út. Borgarstjórin, sum er í minniluta, ætlar at kæra til Kommunala eftirlitið
Tvøroyri.
 
05.12.2018 - 12:36

Kommunala eftirlitið hevur úr at gera at viðgera kærur av Tvøroyri.

Eitt er málið hjá meirilutanum í býráðnum, sum ikki vil, at borgarstjórin, Kristin Michelsen, eisini er løgtingsmaður.

Men nú ætlar Kristin Michelsen at kæra meirilutan, tí eitt kommunalt arbeiði ikki er boðið út.

Talan er um at taka losjuna á Tvøroyri niður. 

Tað arbeiðið er ikki boðið út, men býráðið samtykti tilmæli frá Teknisku nevnd um at taka av tilboðum, sum er 177.000 kr. uttan meirvirðisgjald.

Kristin Michelsen fekk skrivað í gerðarbókina, at hann kærir til Kommunala eftirlitið, um arbeiðið ikki verður boðið út.

Býráðið bað bara um eitt tilboð upp á arbeiðið at taka losjuna niður. Og samtykt varð at taka av tí tilboðnum.  

Arbeiðið verður fíggjað innan fyri fíggjarkarmin hjá Teknisku deild. 

Útreiðslan til niðurtøkuna er eisini keypsgjald fyri losjuna, hevur býráðið eisini samtykt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098