Eingin serksipan fyri eldraøkið í Suðuroy

Eingin serksipan fyri eldraøkið í Suðuroy
Í svari frá løgmanni til eldrasamstarvið í Suðuroynni stendur, at eingin serskipan verður gjørd fyri eldraøkið í Suðuroy.
 
05.12.2018 - 09:00

Fyrr í ár hótti stýrið fyri eldraøkið við at leggja frá sær, tí tey fáa tað ikki at hanga saman fíggjarliga.

Nú hevur løgmaður svarað, og eingin serskipan verður gjørd fyri eldraøkið í Suðuroynni. 

"Landsstýrið kann ti ikki í eini handavending ganga tykkara umbøn á møti". Tað svarar løgmaður Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni.

Bú- og heimatænasta sendi í september skriv til løgmann um at fáa eina serskipan fyri eldraøkið í Suðuroynni, tí tey fáa tað ikki at mæla runt fíggjarliga.

Bú- og heimatænastan vildi hava eina serskipan sum tann, ið er í Sandoynni. Men tað fáa tey ikki.

23. november svarar løgmaður Bú- og heimatænastuni. Løgmaður sigur, at landsstýrið enn einaferð hevur hugt nærri at viðurskiftinum og hvørja ávirkan útleggingin av eldraøkinum hevur havt á fíggjarstøðuna í oynni.

Løgmaður skrivar millum annað:

"(...) at inntøkugrundarlagið í Suðuroynni er lægri enn aðrastaðni í landinum, men at hetta ikki kemst av, at eldraøkið varð flutt út til kommunurnar. Tvørturímóti er tað okkara fatan, at tað í Suðuroynni er ein greiður samanhangur millum lutfallið av útluting úr landskassanum og lutfallið av íbúgvum 67 ár og eldri í Suðuroynni í mun til alt landið".

Dennis Holm, sum er nýggjur formaður í stýrinum fyri Bú- og heimatæanastuna í Suðuroynni, vil ikki gera viðmerkingar til málið, tí stýrið fer at viðgera málið á fundi í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473