Yvirlit: Mest lisið í 2018

Yvirlit: Mest lisið í 2018
Her er yvirlit av mest lisnu greinunum á heimasíðu okkara í ár
 
29.12.2018 - 12:13

10. Liljan Weihe fekk viðhald

30. november í 2017 fekk Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, ætlanarskriv um uppsøgn frá táverandi Kringvarpsstjóra, Johnny í Grótinum.

Liljan Weihe kærdi við tað sama uppsagnina, og góðar fimm mánaðar seinni, tað vil siga í apríl í ár, fekk Liljan Weihe viðhald í kæru síni, og Mentamálaráðið ógildaði uppsøgnina.

Í dag, tað vil siga meira enn eitt ár eftir, at Liljan Weihe fekk handað sítt fyrsta uppsagnarskriv, er málið ikki liðugt viðgjørt.

Les greinina her.  

 

9. Nýggi stjórin minni í løn

1. mai í ár tók Gudny Langgaard við sum stjóri í Vága Floghavn, eftir at Jákup Sverri Kass fór frá sum stjóri í november 2017. 

Arbeiðsupgávurnar hjá nýggja stjóranum í Vága Floghavn, Gudny Langgaard, eru tær somu sum hjá undanfarna stjóranum.

Men kortini fær hon 30.000 krónur minni í løn um mánaðin, enn hann fekk.

Les greinina her.

 

8. Skuldsetingar ørkymla løgmann

Tann 26. februar í ár stóð at lesa á forsíðuni á Sosialinum, at Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, "vildi skaffa hassj til ungar gentur". 

Hesar skuldsetingar elvdu til ørkymlingar í Javnaðarflokkinum. Seinni sama dag segði løgmaður seg vera sera ørkymlaðan av málinum.

- Javnaðarflokkurin tekur málið í størsta álvara, og flokkurin fer at viðgera málið saman við Bjarna Hammer.

Les greinina her.

 

7. Blusa elvt til kjak í løgtinginum

Í mars stóð Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, á tingsins røðarapalli í eini blusu, har orðið "feminist" stóð á. 

Hetta elvdi til mikið kjak um, hvat sømir seg hjá tingfólk at vera í á tingsins røðarapalli. 

- Hevði eg vitað, at hatta fór at skapa eina yvirskrift, so var eg kanska bara farin í eina aðra ljósareyðu blusu, segði Sonja Jógvansdóttir.

Les greinina her

 

6. Felag fyri hjálparfólk sett á stovn

13. mars í ár var stovnandi aðalfundur hjá Hjálparfólkafelagnum.

Sámal Hansen var ein av stigatakarum til felagið. Sambært Sámali Hansen var felagið stovnað sum eitt alternativ til Pedagogfelagið, sum sambært honum ikki umboðaði hjálparfólk nóg væl.

Hjálparfólkini vóru serliga ónøgd um, at grein 11 í lógini hjá Pedagogfelagnum varð broytt á aðalfundinum hjá felagnum, soleidis at hjálparfólk ikki kunnu hava meiriluta í nevndini.

Les greinina her.

 

5. Johnny fer frá sum Kringvarpsstjóri

14. juni bórust tíðindini um, at Johnny í Grótinum fór frá sum stjóri í Kringvarpi Føroya.

Tað var formaðurin í Kringvarpsstýrinum, sum sendi út tíðindaskriv, har stóð at lesa, at "báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú".

Les stuttu greinina her

 

4. - Eg orki ikki at tosa um fótbólt

Fyrrverandi fótbóltsspælarin, Todi Jónsson, var í summar gestur í sendingini 25 minuttir til eitt prát um lív, karrieru og fótbólt. 

Todi Jónsson er fyrsti føroyingurin, sum av álvara gjørdi um seg sum fótbóltsspælari uttanlands. Allíkavæl tímur hann ikki altíð at práta um fótbólt. 

- Nógv vilja gjarna tosa um fótbólt við meg. Eg tími ikki at tosa um fótbólt. Eg orki ikki at tosa um fótbólt. 

Les samrøðuna her

 

3. Hans Fróði á Toftanesi fekk 3 ár og 9 mánaðar

Rætturin Lyngby

Frítekst tagging: 

Fyrr í ár kom tað fram, at 42 ára gamli Hans Fróði á Toftanesi, fyrr Hansen, varð ákærdur í stórum pedofil-máli í Danmark. 

Føroyski Hans Fróði var ákærdur fyri at hava eggjað einari javnaldrandi kvinnu til at fremja kynslig brotsverk móti sínum egna soni.

Rættarsakin byrjaði um hálvan mai, og 28. mai fall dómur í málinum.

Hans Fróði á Toftanesi varð dømdur 3 ár og 9 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk.

Les greinina her.

 

2. Barbara Holm: Vit hava skjalprógvið

Tað var eitt heldur serligt mál, sum kom fram í februar í ár, tá Sosialurin legði Bjarna Hammer undir at vilja skaffa hassj til ungar gentur. 

Tann 26. februar í ár stóð at lesa á forsíðuni á Sosialinum, at Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, "vildi skaffa hassj til ungar gentur". 

Sosialurin helt, at samskiftið millum kelduna og Bjarna Hammer bleiv so álvarsligt, at blaðið valdi at geva løgregluni málið.

Barbara Holm, blaðstjóri, segði í tí sambandi, at Sosialurin kundi skjalprógva alt, sum varð skrivað í blaðnum.

Hetta málið fylti nógv í miðlunum fyrst í árinum, og er umrødda greinin eisini ein tann mest lisna á heimasíðu okkara í ár. 

Les greinina her

 

1. Kristian Samuel gav krúnprinsinum Mr. Lee

Mest lisna greinin á heimasíðuni hjá Kringvarpinum í ár, er ein heldur fittlig søga, sum hendi, tá krúnprinshúskið vitjaði í Føroyum í august.

Kristian Samuel í 3.D í Skúlanum á Fløtum hevði gjørt sær stóran ómak at pakka eina serliga gávu inn til krúnprinsin, tá klassin hjá honum fór oman á Kongabrúnna at taka ímóti kongaskipinum.

Tá ið lærarin forvitin spurdi, hvat var í pakkanum, svaraði Kristian: "Jú, eg havi keypt honum fýra pakkar av Mr. Lee, tí tað er ikki at fáa í Danmark". 

Les fittu søguna her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904