Ikki avgjørt enn um kvotur kunnu flytast til 2019

Ikki avgjørt enn um kvotur kunnu flytast til 2019
20 prosent minni av makreli og svartkjafti næsta ár
Menningarkvoturnar í 2018 eru ikki allar fiskaðar.
 
21.12.2018 - 13:09

Ikki fyrr enn greitt er, hvussu nógv er fiskað í ár, verður avgjørt, hvørjar kvotur verða fluttar til næsta ár.

Fiskimálaráðið viðger í løtuni allar kvotur og flytingar millum ár, men avgerðin verður ikki tikin fyrr enn næsta ár.

Nógv er eftir av menningarkvotunum, sum vórðu latnar í ár.

Allur svartkjafturin, 33.530 tons, er eftir, 3.337 tons eru eftir av makreli og 2.806 tons av norðhavssild eru eftir, sambært Vørn.

So næstan 40.000 tons eru eftir at fiska.

Fiskimálaráðið hevur ikki enn avgjørt, um øll hesi tonsini kunnu fiskast næsta ár í staðin fyri.

Kvotur ásettar

Menningarkvoturnar fyri 2019 eru heldur ikki ásettar enn. Biðið er ikki um umsóknir enn.

Føroyska svartkjaftakvotan verður 20 prosent minni næsta ár enn hon er í ár.

Hon verður 406.307 tons í 2019.

Makrelkvotan er eisini minkað 20 prosent, hon verður 82.339 tons næsta ár.

Fiskimálaráðið er ikki liðugt við kunngerðina um norðhavssildina enn, og tann kvotan er ikki almenn enn.

Men sildastovnurin er í menning.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576