Fleiri nýggjar íbúðir byggjast úti á Fløtum

bannari
Fleiri nýggjar íbúðir byggjast úti á Fløtum
Gongur alt, sum tað skal, og byggiloyvið verður givið, verður í næstum farið undir at byggja áleið 80 nýggjar íbúðir úti á Fløtum í Havn.
Gongur alt, sum tað skal, verður farið undir at byggja áleið 80 nýggjar íbúðir úti á Fløtum í Havn.
 
23.12.2018 - 13:46

Áleið 80 nýggjar íbúðir skulu nú byggjast og seljast á Fløtum í havn. Klárt verður væntandi at flyta inn í 2020, sigur Jóan Petur Vang, byggimeistari, sum stendur fyri verkætlanini.

- Vit hava sæð tað sum eina stóra spennandi avbjóðing, sigur byggimestarin, Jóan Petur Vang. 

Tað er ikki avgjørt enn, júst hvussu nógvar íbúðir, talan er um. Tað er lýst við 81 nýggjum íbúðum, men íbúðirnar verða sambært byggimeistarinum bygdar í modulum, og tí ber til at skipa byggingina eftir eftirspurninginum.

- Tað verður eftirspurningurin, sum kemur at bestemma, hvussu nógvar íbúðir verða bygdar. Men møguleiki er at byggja 81, sigur Jóan Petur Vang. 

Enn er tað eisini óvist, júst hvussu dýrar íbúðirnar verða. Grundstykkið er keypt á tí privata marknaðinum, og tí verður tað eisini marknaðarprísurin, sum avger prísin á íbúðunum. 

Enn hevur Tórshavnar kommuna ikki givið byggiloyvið til verkætlanina. Hetta væntar Jóan Petur Vang tó at fáa í næstum, og so verður arbeiðið byrjað so skjótt, sum til ber. 

Gongur alt, sum tað skal, so verða fyrstu íbúðirnar klárar á sumri í 2020. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887