Løkke ætlaði at keypa floksfelaga úr fólkatinginum

Løkke ætlaði at keypa floksfelaga úr fólkatinginum
Sambært bók, sum danska Frihedsbrevet gevur út, skuldi Mike Fonseca, fólkatingsmaður, fáa hálva ársløn fyri at fara úr fólkatinginum
Lars Løkke Ramussen, uttanríkisráðharri og formaður í Moderaterne, er á fundi í samstarvsráðnum í Tinganesi í dag, og tíðindafólk flokkaðust um hann at fáa viðmerkingar til málið um MIke Fonseca.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2025 - 11:03

Dagført kl. 13:04

Formaðurin í danska stjórnarflokkinum Moderaterne, Lars Løkke Rasmussen, sum eisini er uttanríkisráðharrri, er komin í andglettin, eftir at tað er komið undan kavi, at hann ætlaði at keypa ein floksfelaga úr fólkatinginum.

Mike Fonseca, sum var valdur í fólkatingið fyri Moderatarnar í 2022, fekk boðið umleið 370.000 kr. fyri at fara úr tinginum.

Tilboðið fekk hann dagin fyri, at tað kom fram, at Mike Fonseca var í parlagi við eina 15 ára gamla gentu, skrivar danska Frihedsbrevet í nýggjari bók.

Bòkin er gjørd út frá samrøðum og fundum, sum Fonsesca hevur havt við Lars Løkke Rasmussen og leiðsluna í Moderaterne. Mike Fonsesca hevur latið Mads Brugger í Frihedsbrevet upptøkurnar.

Tær 370.000 kr. svara til hálva ársløn í fólkatinginum, sum hann skuldi fáa fyri sálarfrøðiliga hjálp og nógvu miðlaumrøðuni av málinum. 

Mike Fonseca  tók ikki av tilboðnum, og gjørdist í staðin uttanflokkamaður.

 

Spurdi sjálvur um pengarnar

Floksskrivarin hjá Moderatunum Britt Bager sigur, at tað var Mike Fonseca sjálvur, sum spurdi um pengarnar.

Tað sigur DR.

Lars Løkke Rasmussen sigur í boðum til danska TV2, at Mike Fonseca setti seg sjálvan og flokkin í sera trupla støðu. 

- Vit royndu at loysa støðuna forvirkið (proaktivt) við fleiri samtalum við hann. Hetta var ein sera óvanlig støða, sum vit royndu at loysa, har vit vístu fyrilit fyri Mike og familju hansara, og samstundis vardu flokkin. Fyri allar partar hevði eg helst vilja sæð tað endað øðrvísi, sigur Lars Løkke Rasmussen í skrivligum boðum til TV2 í dag.
 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595