Herða eftirlitið við fregnartænastuni

Herða eftirlitið við fregnartænastuni
Saudia Arabia hevur ætlanir um at seta eina nevnd, sum skal tryggja størri eftirlit við virkseminum hjá fregnartænastuni
Mohammed bin Salman, krúnprinsur
 
25.12.2018 - 16:43

Sambært saudi-arabisku tíðindastovuni samtykti ein nevnd undir leiðslu av Mohammed bin Salman krúnprinsi, at seta á stovn tríggjar eftirlitdeildir, sum skulu hava eftirlit við fregnartænastuni, - at hon virkar, sum hon skal sambært altjóða trygdarpolitikki, og tryggja, at hon heldur mannarættindalógir og at starvsfólkini fylgja lógum og reglum.

Tíðindini tykjast verða aftursvar frá myndugleikunum til morðið á journalistin, Jamal Khashoggi. 

Hóast altjóða samfelagið heldur, at saudiski krúnprinsurin gav boð um at drepa hann, sigur stjórnin, at fregnartænstu-starvsfólk í kongligu trygdartænastuni hava dripið hann av sínum eintingum.

Talan skal vera um Ahmad al-assiri, fyrrverandi leiðari fyri loynitænastuna í Saudi Arabia, og Saud al-Qahtani, sum er ein av nærmastu ráðgevunum hjá kongshúsinum. Teir eru báðir loystir úr starvi eftir drápið. Navnið, Khashoggi, er tó ikki nevnt í boðunum.

At Khashoggi varð myrdur og hvussu saudisku myndugleikarnir handfóru málið, hevur elvt til vreiði í altjóða samfelagnum, - millum annað í USA, sum ein at nærmastu sameindu hjá Saudi Arabia.

Amerikanska kongressin hevur samtykt at steðga stuðulinum til kríggið hjá Saudiarabia í Jemen. Parlamentslimir siga, eftir fund við leiðaran fyri amerikonsku loynitænastuna, at Mohammed bin Salman, krúnprinsur, gav boð um at drepa Khashoggi.

Saudi Arabia segði í síðstu viku, at avgerðin hjá USA at steðga stuðlinum til Saudi Arabia, fara at hava álvarsligar avleiðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328