Søguligt stjórnarsamstarv í Svøríki

Søguligt stjórnarsamstarv í Svøríki
Talan er um nýskapan í politikkinum í Svøríki, og søguliga samstarvið skal nýtast til at menna samfelagið
 
21.01.2019 - 18:17

Tað segði Stefan Løfven, tá hann fyrrapartin almannakunngjørdi stjórnarsamstarvið.

- Vit fara at fáa nýggj arbeiðspláss til vega, tað skal vera betri at búgva í Svøríki, og kriminaliteturin skal steðgast, segði forsætisráðharrin.

Svøríki skal eisini ganga á odda, tá talan er um veðurlagsbroytingarnar, og tiltøk skulu setast í verk alt fyri eitt.  Í 2030 skulu hvørki bensin- ella dieselriknir bilar fáast til keyps.

- Demokratiið er sterkt í Svøríki, men vit mugu ongantíð taka tað sum sjálvfylgju, og tí skal stríðið ímóti yvirgangi og kriminaliteti styrkjast.

Hann lovaði at svenska løgreglu-deildin verður ment við 10.000 fólkum aftrat til 2024.

Marknaeftirlitið skal vera sum tað er nú, ella so leingi sum tørvur er á tí, segði forsætisráðharrin.

Drúgv tilgongd

Tað tók alt heystið og væl av vetrinum, áðrenn Stefan Løfven í dag kundi almannakunngera nýggju stjórnina, sum skal stjórna Svøríki.

Javnaðarflokkurin skipar stjórn saman við Umhvørvisflokkinum, sum fáa stuðul í ríksdegnum frá Centerflokkinum og Liberala flokkinum.

Teir fýra flokkarnir eru samdir um stjórnargrundarlagið.

Á ríkisdagsvalinum 9. september, fekk hvørki vinstrahalli ella borgarligi parturin av ríkisdegnum meiriluta.

Svøríkisdemokratarnir gjørdist triðstørsti flokkur, men allir hinir boðaðu alt fyri eitt frá, at teir einki vildu hava við flokkin at gera.

Fleiri flokkar hava síðani roynt at skipa stjórn, men tað bar ikki á mál, fyrr enn Centerflokkurin og Liberali flokkurin brutu út úr samstarvinum, og søgdu seg fara at stuðla Løfven.

Men flokkarnir høvdu fyri neyðini, at Vinstriflokkurin ikki atkvøddi ímóti samstarvinum. Og tað gjørd flokkurin ikki.

At tveir borgarligir flokkar stuðla Stefan Løfven, fer uttan iva at merkja, at stjórnin fer at reka meira borgarligan politikk, enn talan var um í undanfarnu samgongu, siga eygleiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852