MasterCard fingið fleiri milliardir í bót

MasterCard fingið fleiri milliardir í bót
MasterCard hevur í stríð við ES-reglur hildið kostnaðinum fyri at brúkta kortið kunstiga høgan, sigur ES, og tað fær fyritøkan bót fyri
 
23.01.2019 - 07:16

Bótin frá ES-nevndini til amerikonsku fyritøkuna er 570-miljónir evrur, - tað svarar til 4,3 miljardir krónur. 

Kappingarráðharrin í ES-samveldinum, Margrethe Vestager, skrivar í fráboðan, at reglurnar hjá MasterCard hava kostað brúkarum og handlum eyka.

- Evropiskir brúkarar brúka gjaldkortið hvønn dag, tá teir keypa mat ella klæðir á netinum. Við at forða handilsfólkum í at velja bestu treytir frá bankum í øðrum ES-limalondum, hevur MasterCard hildið kostnaðinum fyri kortgjaldingar á kunstiga høgum stigi til skaða fyri brúkarar og handilsfólk.

Grovt og leingi

Bótin til MasterCard er í hægra endanum, - og tá eru enntá 10 prosent tikin av bótini, tí fyritøkan hevur samstarvað við ES-nevndina. 

Grundarlagið fyri støddini á bótini er grundað á atlit til eitt nú, hvussu grovt brotið er og hvussu leingi tað hevur vart, upplýsir ES-nevndin.

Margrethe Vestager hevur fyrr útskrivað stórar rokningar til aðrar amerikanskar fyritøkur. Størstu bótina fekk Google. Hon var 32 miljardir danskar krónur.

Danski kappingarráðharrin hevur eisini ført stór mál móti Amazon, Apple, Disneyland, Facebook, McDonald's og Starbucks. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262