Onki innlit í menningarkvotur

Onki innlit í menningarkvotur
Almenningurin skal ikki hava innlit í, hvør søkir menningarkvotur. Tað ætlar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
 
01.02.2019 - 13:23

Almenningurin skal ikki vita, hvør søkir um menningarkvotur. Tað er ætlanin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Hann ætlar at broyta lógina um sjófeingi, so rætturin at fáa innlit í umsóknir um menningarkvotur verður strikaður.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ætlar at broyta lógina um sjófeingi, so rætturin til innlit í umsóknir um menningarkvotur verður strikaður:

"Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri umsóknir við fylgiskjølum um menningarkvotu," stendur í broytingaruppskotinum, sum er sent til hoyringar.

Umsøkjarar skulu verjast

Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at hetta er fyri at verja umsøkjararnar, tí vandi kann vera fyri, at fólk aftra seg at søkja um menningarkvotu, um teirra umsóknir gerast almennar. 

Fyrisitingarlógin, sum innlit verður biðið eftir, avmarkar annars longu innlit í rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir.

Landsstýrismaðurin heldur, at fleiri fara søkja um menningarkvotur um so er, at rættur ikki verður til innlit i umsóknirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343