Í kvøld er Super Bowl

Í kvøld er Super Bowl
Los Angeles Rams og New England Patriots spæla í 53. útgávuni av Super Bowl, sum er í kvøld
 
03.02.2019 - 17:20

Tann størsti dysturin í amerikanskum fótbólti verður spældur í kvøld.

Tað er klokkan 23.30 føroyska tíð, at tey bæði liðini Los Angeles Rams og New England Patriots bresta saman í Super Bowl.

Talan er um størsta, einstaka dystin í Amerika, og hetta er 53. ferð, at Super Bowl er.

Bæði liðini hava boðað frá, at allir 53 spælarar eru tøkir til dystin í kvøld.

Í fjør vunnu Philadelphia Eagles sín fyrsta sigur nakrantíð í Super Bowl. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373