40 virki og skip góðkend at útflyta til Kina

40 virki og skip góðkend at útflyta til Kina
Tað sæst á dagførda listanum hjá kinesiska myndugleikanum, GACC
 
07.02.2019 - 11:10

40 føroysk fiskavirki, frostgoymslur, verksmiðju-og frystiskip, hava nú loyvi at útflyta vørur til Kina.  M.a. Bakkafrost, Næraberg, Ågot, Luna og Varðin Pelagic, sæst á listanum, sum er almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan undirskrivar hvørja viku einar 60-70 heilsuváttanir fyri góðkend virki, sum útflyta til Kina. 
Talan er serliga um feskan laks, sum verður útfluttur til Kina, men seinastu tíðina er eisini frystur makrelur útfluttur til Kina, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Skulu góðkennast
Neyðugt er at vera á Kinalistanum, um virki vilja útflyta til Kina.
Tað tekur tíð at fáa listan dagførdan og tí er neyðugt, at virki og skip senda umsókn inn sum skjótast. 
Virki kunnu ikki útflyta til Kina fyrrenn  GACC hevu góðkent listan OG hevur almannakunngjørt hann á teirra heimasíðu og á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu.
Nýggjur dagførdur listi verður sendur til Kina í mars.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655