Lungnabruni og bløðrubruni vanligast í Føroyum

Lungnabruni og bløðrubruni vanligast í Føroyum
Nýggj granskingargrein greinar hvørjar bakteriur eru orsøkin til infektiónir hjá føroyskum sjúklingum við innleggingarkrevjandi sjúku
Her er Mariju Todorovic Markovic saman við Pál Weihe, yvirlækna
Mynd: Mariju Todorovic Markovic  
 
09.02.2019 - 14:36

Her verður greinað, hvørjar bakteriur eru orsøkin til infektiónir og hvørji sløg av infektión sjúklingar innlagdir á medisinsku deild í Føroyum hava. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni gransking.fo

Greinin eitur “Focus of Infection and Microbiological Etiology in Community-Acquired Infections in Hospitalized Adult Patients in the Faroe Islands.” Greinin er partur av ph.d.-verkætlanini hjá Mariju Todorovic Markovic, 1. hjálparlækna, sum er innskrivað sum ph.d.-lesandi á Syddansk Universitet.

Høvuðsvegleiðari er Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni í infektiónsmedisini, sum er knýttur at Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetur Føroya og Syddansk Universitet.

Shahin Gaini sigur soleiðis um greinina: “Greinin hevur nágreinað í æsir, hvørjar bakteriur og aðrar smáverur eru orsøk til innleggingarkrevjandi infektiónir í Føroyum. Greinin hevur eisini nágreinað, hvørji sløg av brunum og hvar í kroppinum brunin situr, tá føroyskir sjúklingar verða innlagdir á Landssjúkrahúsinum við álvarsligari infektión. Úrslitini vísa, at lungnabruni og bløðrubruni/nýrnakokubruni eru tær vanligastu infektiónirnar hjá føroyskum sjúklingum, sum verða innlagdir á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum.

Úrslitini skulu brúkast til at dimensionera tað føroyska heilsuverkið í mun til infektiónsbyrðuna í føroyska heilsuverkinum og til at velja tey røttu antibiotikasløgini, tá man viðger infektión á føroyskum sjúkrahúsum. Úrslitini vísa eisini, at tað er tørvur á at betra um mikrobiologiskan diagnostikk í Føroyum, bæði viðvíkandi laboratoriutøkni, og økja um bioanalytikaramanningina á Landssjúkrahúsinum.

Marija Todorovic Markovic skal verja ph.d. ritgerð sína í Kongshøll í Tórshavn hósdagin 28. februar 2019 kl. 14.

Granskingargreinin er útgivin í vísindaliga tíðarritinum BMC Infectious Diseases.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035